- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasta freist at velja próstadømisráð og stiftsstjórn
Í dag er seinasta freist at velja limir í próstadømisráðið og í Føroya stiftsstjórn.
Sum siðvenja er, eru tveir listar til bæði valini. Ein listi fyri kirkjuráðslimir í øllum Føroyum og ein listi fyri fólk í høvuðsstaðarøkinum. Tó eru fólk aðrastaðni frá á seinna listanum.
Val er eisini til Føroya stiftstjórn, har bert trý fólk sita, harav er bispur fastur limur í Føroya stiftstjórn.
í próstadømisráðnum eru fimm limir. Uni Næs, dómpróstur, er fastur limur.
Próstadømisráðið viðger fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, gevur stiftsstjórnini tilmæli til góðkenning av fíggjarætlanunum og góðkennir roknskapirnar hjá kirkjuráðunum.
Kirkjuráðslimir hava atkvøðurætt.
Stiftsstjórnin umsitur Kirkjugrunnin. Hon umsitur lønir til prestarnar, starvfólki á stiftsumsitingini og pening til viðlíkahald av prestagørðunum og bispagarðinum. Stiftstjórnin umsitur eisini kirkjuskattin.