- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast um at leiga Herjólf í tvey ár
Samráðingarnar millum Strandfaraskip landins og Vegagerðina í Íslandi um ferjuna Herjólf III halda fram.
Fundir eru í dag og fríggjadagin.
Vegagerðin vil ikki selja Herjólf III fyrr enn um tvey ár. Talan er tí um, at Strandfaraskip landsins skulu leiga Herjólf III í tvey ár.
Samráðingar eru millum annað um, hvussu tað, sum Strandfaraskip landins rinda í leigu hesi tvey árini, skal fara upp í keypsprísin um tvey ár.
Ætlanin er, at Herjólfur III skal sigla saman við Smyrli á Suðuroyarleiðini og fyri Smyril, tá hann skal í dokk seint í summar, í august ella september.
Tá Herjólfur IV, sum kom fyri Herjólf III, skal í dokk í oktober, fer Herjólfur III til Íslands at loysa av.
30 mió. kr.
Í fjør summar skrivaðu íslendskir miðlar, at Herjólfur III var til sølu fyri góðar 30 milliónir danskar krónur.
Herjólfur III er bygdur í Noregi í 1992 og er 2.222 bruttotons.
Skipið er 71 metrar langt og 16 metrar breitt og tekur 500 ferðafólk og 55 bilar. Ferðin er 16,5 míl.
Talan er tí um eitt skip, sum er nakað væl minni enn Smyril.
Smyril kann taka 800 ferðafólk um veturin og 950 um summarið. Hann tekur 200 bilar ella 30 treilarar. Og Smyril kann sigla 21 míl.