- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin forskúli næsta skúlaár
Eingin forskúli næsta skúlaár
Loyvini og fíggingin komu so mikið seint, at forskúlin í Eysturskúlanum byrjar ikki fyrr enn í skúlaárinum 2023-2024
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
23.03.2022 - 14:04
Tað verður ikki næsta skúlaár, at stig verður tikið til at byrja forskúla í Eysturskúlanum í Havn.
Gongst sum ætlað, fáa foreldur í Havn møguleika at melda børn síni í forskúlan frá skúlaárinum 2023-2024. Pláss verður fyri tveimum flokkum við í alt 48 børnum í nýggja forskúlanum.
Hetta skrivar Skúlablaðið.
Eysturskúlin hevur tikið fyrstu stigini til forskúla og lýst hann væl, men loyvið frá kommununi og fígging komu so mikið seint, at innskrivingin til komandi skúlaár var latin aftur, tá skúlin lýsti við forskúlanum.
Av hesi orsøk vóru ov fá børn meldað í forskúla, og tí er avgerð tikin um at bíða eitt ár, skrivar Skúlablaðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV