- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvíksgrunnurin fekk 15 umsóknir
15 umsóknir komu inn um stuðul úr Klaksvíksgrunninum.
Evstamark at søkja var 10.mars.
Tær 15 umsóknirnar søkja um tilsamans 675.000 krónur.
Grunnurin letur mentanarligum, sosialum, upplýsandi og øðrum tiltøkum, sum eru Klaksvík og Norðoyggjum til menningar og frama, stuðul.
Klaksvíkar býráð hevur latið 125.000 krónur í grunnin, og í honum eru nú góðar 400.000 túsund krónur.
Lata 100.000 kr. í ár
Í ár verða góðar 100.000 latnar í stuðli, sigur Dávur Winther, leiðari fyri mentanarøkinum í Klaksvíkar kommunu.
Tá Klaksvíkar sjónvarpsfelag helt uppat í 1987, vóru pengarnir hjá felagnum settir í grunn, sum fekk navnið Klaksvíksgrunnurin.
Í nevndini hjá grunninum eru Atli S. Justinussen og Jógvan Skorheim fyri Klaksvíkar býráð og Hansina Iversen fyri Mentamálaráðið.
Nevndin fer í næstu viku at viðgera umsóknirnar, sigur Dávur Winther.