- Tíðindi, mentan og ítróttur
666 hvalir løgdu beinini í fjør
666 hvalir løgdu beinini í fjør
12 grindadráp vóru í fjør, men bara fýra árið fyri
Mynd: Savnsmynd
22.03.2022 - 08:30
12 grindadráp vóru í fjør, og 666 hvalir doyðu í teimum.
Í 2020 vóru bara fýra dráp og 530 hvalir.
Flestu grindadrápini síðani 1952 vóru í 1984 og 1988, tá 21 dráp vóru.
Flestu hvalirnir doyðu í 1981, tá 2.909 grindahvalir doyðu í 19 drápum, upplýsir Hagstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV