3,3 milliónir ukrainar flýddir til ES

bannari
3,3 milliónir ukrainar flýddir til ES
Slíkt hava vit ikki sæð fyrr, og samfeløgini eru undir øgiligum trýsti, sigur ES-nevndarlimurin, Ylva Johansson
Eftir fýra vikum er fleiri enn tríggjar milliónir fólk flýdd úr Ukraina til ES-lond.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.03.2022 - 14:46

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, eru 3,3 milliónir fólk flýdd til ES-lond, upplýsir ES-nevndarlimurin, Ylva Johansson.

  • 2.000.000 fólk eru flýdd til Póllands.
  • 600.000 eru farin til Rumenia,
  • 270.000 til Ungarn
  • 250.000 til Kekkia
  • 220.000 til Slovakia
  • 25.000 til Estlands

Fleiri túsund fólk eru eisini flýdd til onnur lond.

- Undir flóttafólkakreppuni í 2015 og 2016 komu færri enn tvær milliónir fólk til lond í ES-samveldinum í tvey ár. Nú eru fleiri enn tríggjar milliónir flóttafólk komin eftir fýra vikum. Slíkt hava vit ikki sæð fyrr, og samfeløgini eru undir øgiligum trýsti, sigur Ylva Johansson.

 

Ylva Johansson, ES-nevndarlimur. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sí video-myndir frá AP-tíðindastovuni av flóttafólki úr Kharkiv í Ukraina, sum eru komin til Póllands:

 

FLOTTAFOLK_NET

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946