- Tíðindi, mentan og ítróttur
MEST hevði 13 milliónir í avlopi í fjør
2021 hilnaðist væl á MEST.
Úrslitið var í fjør eitt vet betri enn árið fyri, hóast nettosølan var minni.
Avlopið eftir skatt var 12,9 mió kr í fjør, árið fyri var tað 12,8 mió kr.
Í MEST-samtakinum eru 500 ársverk, av teimum 60 lærlingar.
Nettosølan í fjør var 392 mió kr.
Gera nýggja turrdokk
Í 2020 fylti stóra verkætlanin við byggingini av nýggja havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra nógv í søluni, sum var 420 mió kr.
MEST er í løtuni í eini tilgongd at gera nýggja turdokk, tí verandi er ov lítil at taka ímóti størri fiskiskipum og øðrum skipum í vinnuni, sum verða bygd í hesum døgum.
Fyrireikandi arbeiðið er farið í gongd, og skal eftir ætlan verða liðug í 2024.
Nýggja turrdokkin verður beint norðan fyri verandi turrdokk á Skála. Dokkin verður eftir ætlan 150 metrar long, 30 metrar breið og 12 metrar djúp.