- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innbrot í Havnar kirkju
Innbrot í Havnar kirkju
Ikki er greitt, hvussu nógvur peningur er stolin, men talan er helst um nógvar myntir
18.03.2022 - 11:42
Brotið er inn í Havnar kirkju.
Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan frá Dómkirkjuni um, at onkur hevur brotið inn í kirkjuna og hevur tømt kirkjubússurnar.
Ikki er greitt, hvussu nógvur peningur er stolin, men talan er helst um nógvar myntir.
Tí kann væntast, at onkur keypir og rindar við nógvum myntum.
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt, sum kann hava samband við innbrotið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV