- Tíðindi, mentan og ítróttur
58 tilmæli um átøk móti rúsevnismisnýtslu
Í dag varð heildarætlan móti rúsevnismisnýtslu í Føroyum handað løgmanni.
- Vit hava tilboð til rúsevnismisnýtarar í Føroyum, men vit duga ov illa at arbeiða tvørtur um fakbólkar og geirar. Tí er eitt av tilmælunum í heildarætlanini at arbeiða meira tvørgeiraligt.
Tað sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni og forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum hevur latið heildarætlanina úr hondum.
Hon var gestur í Breddanum fyrr í dag:
58 tilmæli eru í heildarætlanini, og tey snúgva seg um at endurskoða tænastur og stovnar, trivnað, foreldraleiklutir og foreldrasamstarv, tvørgeiraligt samstarv, viðgerð og eftirviðgerð, eftirlit, og vitanargrundarlag, eisini hagtøl, kanningar, skráseting og gransking.
Nøkur av tilmælunum skulu setast í verk longu í ár, onnur næstu árini fram til 2028.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um, at heildarætlanin fevnir breitt:
Nógv uppskot um átøk eru í heildarætlanini, og nøkur skulu setast í verk longu í ár.