- Tíðindi, mentan og ítróttur
Champions League-finalan neyvan í Santa Pætursborg
Champions League-finalan verður helst flutt úr Santa Pætursborg, skrivar Associated Press.
Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, fer at umrøða russisku innrásina í Ukraina á starvsnevndarfundi fyrrapartin í morgin, og sambært AP verður Champions League-finalan, sum skuldi spælast í Santa Pætursborg 28. mai, flutt úr Russlandi til annan leikvøll.
Trýst hevur verið lagt á UEFA síðstu tíðina fyri at fáa finaluna flutta - millum annað frá bretsku stjórnini. Eisini hevur felagið fyri evropeisk fótbóltsviðhaldsfólk, Football Supporters Europe, heitt á UEFA um at taka finaluna frá russiska býnum.
- Vit hugsa um okkara vinir, starvsfelagar, limir og familjur teirra í Ukraina. Við støðuni í huga, vænta vit av UEFA, at Champions League-finalan verður flutt, skrivaði felagsskapurin á twitter.
Risastóra orkufelagið, Gazprom, har russiski staturin er høvuðspartaeigari, hevur verið ein av stóru stuðlunum hjá Champions League í nógv ár. Felagið er eisini sokallaður navnastuðul hjá leikvøllinum hjá Santa Pætursborg, sum nú eitur Gazprom Arena.