- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uni Rasmussen nýggjur landsstýrismaður
Uni Rasmussen nýggjur landsstýrismaður
Uni Rasmussen er innstillaður at vera nýggjur landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
23.02.2022 - 07:56
Tað váttar Uni Rasmussen fyri útvarpinum í morgun.
Málið er nú farið víðari til løgmann.
Tinglimir og landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum sótu á fundi í gjárkvøldið og fundaðust um, hvør skuldi vera nýggjur landsstýrismaður.
Uni Rasmussen, sum býr í Norðragøtu, hevur í hesum valskeiðnum, sum er tað fyrsta hjá honum, verið formaður í Trivnaðarnevndini og hjá Løgtingsgrannskoðarunum.
Uni Rasmussen fekk 465 persónligar atkvøður á seinasta løgtingsvali og gjørdist nummar sjey á listanum hjá Fólkaflokkinum.
Uni Rasmussen hevur ikki fleiri viðmerkingar í morgun.
Tá ið Uni Rasmussen fer í landsstýrið, kemur Heðin Zachariassen aftur í løgtingið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV