- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskur hondbóltsspælari til bestu norsku deildina
Føroyski landsliðsspælarin í hondbólti, Helgi Hildarson Hoydal, skiftir í summar til KRS Topphåndball í bestu norsku deildini.
Strikuspælarin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Kristiansand, og skal byrja í nýggja felagnum í summar. Pauli Mittún byrjar eisini í felagnum í summar.
- Eg eri fegin um møguleikan í KRS. Eg vil fegin spæla í Rema1000-kappingini aftur (besta norska deildin, red.), og haldi, at Kristiansand hóskar væl til mín. Eg hevði eitt gott kappingarár við Viking í elituseriuni, sum tíverri varð steðga av koronu, og nú er tíðin komin at spæla á hægri stigið aftur, sigur Helgi Hildarson Hoydal við heimasíðuna hjá KRS.
Helgi Hildarson Hoydal hevur spælt 23 A-landsdystir fyri Føroyar. Síðstu árini hevur hann spælt í Viking HK í Stavanger, sum í løtuni er í næstbestu norsku deildini.
Kristiansand liggur í løtuni á sjeynda plássi í bestu norsku deildini.