- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tepur H71-ósigur fyri HC Galychanka
H71 tapti við einum máli ímóti HC Galychanka Lviv í fjórðingsfinaluni í Evropa Cup í Høllini á Hálsi í kvøld.
Tað var sum í sunnudagsskúlasanginum hjá hoyvíkingum - upp á tindar, gjøgnum dalar - og kanska vórðu tað heldur nógvir dalar í kvøld.
H71 byrjaði illa og kom afturum við fleiri málum beinanvegin, men megnaði í gjøgnum fyrra hálvleik at venda gongdini. Tað gekk somikið væl, at tá steðgurin kom, vóru H71-kvinnurnar frammanfyri við trimum.
Í seinna hálvleiki gekk eins illa og í byrjanini av fyrra. Í álopinum misti H71 ov nógvar bóltar, og ukrainar skutu mál fyri mál upp á skjótálop. Eftir lítlari løtu var hálvleiksleiðslan burtur, og HC Galychanka fór undan í staðin.
5-1 verjan hjá HC Galychanka ørkymlaði hoyvíkingar, og teir báðir toppskjúttarnir, Jana Mittún (9) og Maria Halsdóttir Weyhe (8), funnu ikki hvørja aðra.
Hoyvíkingar fótaðu sær nakað, men ikki fyrrenn í allarseinastu minuttunum minkaðu tær um munin niður í eitt mál, tá Jana Mittún enn eina ferð breyt ígjøgnum.
Endaliga støðan í hesum dystinum, sum eftir ætlan skuldi vera seinna fjórðingsfinalan, varð 27-26.
Ukrainar gjørdu greitt fyrr í dag, at tað kom ikki upp á tal, at dysturin í Havn skuldi verða avgerandi, og bæði Maria Halsdóttir Weyhe og venjarin, Ingi Olsen, søgdu seg vilja hava ein dyst afturat í sjónvarpssamrøðu eftir dystin.
Um ein slíkur verður spældur - og ikki minst; hvar hann verður spældur - veit ongin at siga í løtuni.
H71 – HC Galychanka Lviv, 26-27 (13-10)