Koronustuðulin til listafólk á gáttini

bannari
Koronustuðulin til listafólk á gáttini
Uttanríkis- og Mentamálaráðið mælir til, at stuðul verður latin teimum, sum hava mist pengar í tíðarskeiðinum 9.desember 2021 til 31.januar 2022
Listafólk, sum mistu inntøkur orsakað av, at jólaborðhald og annað varð avlýst, kunnu vænta sær stuðul
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.02.2022 - 06:28

Koronustuðulin til listafólk er nú á gáttini.

Lógaruppskotið kom í løgtingið í gjár. 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið mælir til, at stuðul verður latin teimum, sum hava mist pengar í tíðarskeiðinum 9.desember 2021 til 31.januar 2022. 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Víðkað tilmæli

Tann 9.desember komu aftur víðkað tilmæli um, at skeinkistøð, jólaborðhald og annað skuldu avmarkast mest møguligt fram til 31.januar. 

Uppskotið er meinlíkt lógini, sum kom í fjør. Í henni er stuðulstíðarskeiðið 1.september 2020 til 30.apríl 2021.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið sigur, at uppskotið, sum nú er komið, kostar 600.000 kr.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Mist um fýra mió. kr.

Listafólkasambandið metir, at listafólkini hava mist millum 3,9 og 4,3 milliónir krónur og biður um, at hjálparpakkin kemur í gildi 1.mai 2021.

Sambært lógaruppskotinum kann stuðulin í mesta lagi vera 75 prosent av staðfestum og skjalprógvaðum tapi.

Tapið skal í minsta lagi vera 5.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371