- Tíðindi, mentan og ítróttur
LUM: Fyrisitingin av matrikulering í Føroyum er ov vánalig
Fyrisitingin av matrikulering í Føroyum er ov vánalig.
Tað staðfestir Løgtingsins umboðsmaður eftir at hon hevur kannað fyrisitingina av matrikuleringum í Føroyum.
Í einstøkum máli tók tað 15 ár at avgreiða mál um marknaseting
Jeppe Sommer Bruun, nýsettur deildarleiðari á Matrikuleringini hjá Umhvørvisstovuni, viðgongur, at tað ikki er nóg gott.
Umboðsmaðurin skrivar í síni frágreiðing, at batar eru at hóma í málsviðverðini, sum nú gongur skjótari og smidligari.
Jeppe Sommer Bruun, deildarleiðari, byrjaði at broyta mannagongdir beinanvegin, hann varð settur í starv, og tað er áðrenn frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni varð almannakunngjørd.
Heini Gaard tosaði við Jeppe Sommer Bruun.
Stjórin á Umhvørvisstovuni, Sigurð í Jákupsstovu, váttar at tey hava tikið atfinningarnar til eftirtektar og longu hava broytt mannagongdir.