Landsliðsmálverji til bestu donsku deildina

Landsliðsmálverji til bestu donsku deildina
Føroyski landsliðsmálverjin í hondbólti, Annika Fríðheim Petersen, skiftir úr íslendskum hondbólti til bestu donsku deildina og Nykøbing F. Håndbold
Føroyski landsliðsmálverjin skal nú spæla í bestu donsku deildini
 
07.02.2022 - 17:43

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, skiftir til Nykøbing F. Håndbold í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

Hon hevur spælt við íslendska liðnum, Haukar.

Sambært venjaranum, Jacob Larsen, segði fyrrverandi H71-málverjin, nei takk til tilboðið í fyrstu syftu, men eftir at hava tosað meir við danska felagið, valdi hon at skifta.

Fyrrapartin í dag vandi Annika Fríðheim Petersen fyri fyrstu ferð saman við sínum nýggju liðfeløgum, og gongst eftir ætlan, verður hon í hópinum til næsta dyst hjá Nykøbing á heimavølli ímóti Viborg.

 - Størsti munurin var leikferðin. Hetta eru jú fulltíðar yrkisspælarar, og tað merkir tú, segði málverjin á tíðindafundi fyri løtu síðani. 

Nýggja liðið hjá Annika Fríðheim Petersen liggur í løtuni á sætta plássi í sokallaðu Bambusa kvindeligaen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050