Ukraina styrkir hermegina

Ukraina styrkir hermegina
Ætlanin er eisini, at hermenninir skulu fáa betri løn
Volodymyr Zelensky er forseti í Ukraina.
 
01.02.2022 - 14:43

Hermegin hjá Ukraina skal styrkjast munandi næstu trý árini.

Tað boðar ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, frá í eini røðu til tjóðartingið í dag.

Sambært tíðindastovuni Reuters er ætlanin at økja hermegina úr 250.000 hermonnum upp í 350.000 hermenn, og lønin skal eisini hækka.

 

Ætlanin er at økja hermannatalið í Ukraina úr 250.000 upp í 350.000 (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Zelenskij vil tó ikki vera við, at hóttanin frá grannalandinum Russlandi er beinleiðis orsøk til hetta stigið.

Skal tryggja frið í landinum

-Tað er ikki tí, at vit skjótt fáa eitt kríggj. Hetta er fyri at tryggja frið í Ukraina, sigur forsetin, sum í røðu síni heitti á politisku flokkarnar og fólkið um at standa saman um innanríkispolitikkin, heldur enn at lata seg ræða av trýstinum úr Russlandi.

Seinni í dag skulu amerikanski og russiski uttanríkisráðharrin tosa saman í telefon um spentu støðuna á markinum millum Russland og Ukraina.

Telefonfundurin millum Antony Blinken og Sergej Lavrov kemur í kjalarvørrinum á rokmikla fundinum í Trygdarráðnum hjá ST í gjár, har ST-sendiharrarnir hjá londunum báðum høvdu harðan orðadrátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944