Svøríki evropameistari í hondbólti

Svøríki evropameistari í hondbólti
Í 20 ár hava svensku hondbóltsharrarnir bíða eftir at vinna eitt meistaraheiti, og í dag eydnaðist tað at vinna EM-gull við síðsta kastinum í finaluni
Niclas Ekberg skoraði avgerandi málið, ið tryggjaði Svøríki fyrsta gullið í 20 ár
Mynd: Ritzau-Scanpix  
 
30.01.2022 - 18:58

Nógv stóð á svianum Niclas Ekberg, tá hann tók bóltin og gjørdi seg til reiðar at taka brotskastið, sum var síðsta kast í EM-finaluni. 

Tíðin var farin, og støðan var 26-26 í EM-finaluni millum Svøríki og Spania. 

Men brotskastsserfrøðingurin hjá Svøríki var tryggur, tá hann smekkaði bóltin í málið og tryggjaði svensku hondbóltsharrunum fyrsta gullið í 20 ár. 

 

Talan var um eina sera spennandi finalu millum Svøríki og Spania, ið bylgjaði aftur og fram.

Ongantíð var nógv meir enn eitt ella tvey mál á muni, og alt stóð á einari knívsegg.

Bæði Svøríki og Spania høvdu væl spælandi málmenn.

Serliga Andreas Palicka, veteranurin í svenska málinum, ið tók pippið av spanska álopinum. 

Munurin á liðunum var tó besti leikarin á vøllinum, og í kappingini, svenski spælskiparin Jim Gottfridsson. 

Og tá sviar vunnu bóltin, og fingu møguleikan at avgera dystin, so bað venjarin Gottfridsson um at avgera, hvussu tað skuldi spælast, tá sviar tóku timeout. 

Boðini frá Gottfridsson vóru greið: Vit spæla spaniólar tunnar í teirra vinstru síðu, og so leypir tú á, Hannus Wanne. 

Og soleiðis bleiv tað, og so bleiv brotskast, og restin er nú søga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050