Spæla bæði í Ukraina og í Føroyum

Spæla bæði í Ukraina og í Føroyum
Kvinnurnar hjá H71 skulu spæla ein útidyst og ein heimadyst ímóti ukrainska liðnum, Galychanka, í fjórðingsfinaluni í Evropa-cup.
Kvinnuliðið hjá H71 skal spæla bæði útidyst og heimadyst
 
27.01.2022 - 09:44

Kvinnuliðið hjá H71 í hondbólti skal spæla ein útidyst og ein heimadyst ímóti ukrainska liðnum, Galychanka.

Feløgini eru samd um at spæla ein dyst á útivølli og ein á heimavølli, tí liðini kundu ikki semjast um at spæla báðar dystirnar, annaðhvørt í Ukraina ella í Havn, sigur forkvinnan í H71, Anna Dam.

Fyrri dysturin verður leiktur í ukrainska býnum, Lviv, sunnudagin 13. februar kl. 14, og seinni dysturin verður í høllini á Hálsi sunnudagin 20. februar kl. 20.

Dystirnir skulu spælast

Evropeiska Hondbóltssamgongan, EHF, hevur givið boð um, at dystirnir skulu spælast. Verða teir ikki tað, so fáa feløgini stóra bót, sigur Anna Dam.

EHF fylgir gongdini í Ukraina, men mett verður ikki, at tað er vandamikið at fara til Lviv, tí býurin liggur í vestara partinum av Ukraina, meðan órógvið, sum er, er í eystara partinum av landinum.

Hendir nakað óvanligt, broytir tað sjálvandi støðuna, sigur forkvinnan í H71.

Kvinnurnar á liðnum hjá H71 gera sjálvar av, um tær vilja við til Ukraina, eingin er tvingaður at fara. Higartil bendir einki á, at nakar fer at bera seg undan, sigur hon.

Fjórðingsfinala

Talan er um fjórðingsfinalu sum H71 skal spæla ímóti ukrainska liðnum.

Talan er um eitt søguligt avrik hjá hoyvíkingskvinnum. Ongantíð fyrr hevur eitt føroyskt hondbóltsfelag vunnið seg víðari millum seinastu átta liðini í evropeiskari kapping.

Ætlanin er, at ferðalagið hjá H71 fer úr Føroyum fríggjadagin 11. februar.

Flogið verður til Italia, og av trygdarávum er ætlanin at gista í Italia í eina nátt, áðrenn ferðin leygardag verður til Ukraina.

Gist verður so í Lviv sunnunáttina, og dysturin verður spældur seinnapartin sunnudagin. So skjótt sum dysturin er liðugur, fer føroyska ferðalagið úr aftur Ukraina, við kós ímóti Føroyum, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050