H71 spælir fyrra dystin í Ukraina

H71 spælir fyrra dystin í Ukraina
Kvinnurnar hjá H71 spæla fyrru fjórðingsfinaluna í Evropa Cup ímóti HC Galychanka Lviv í Ukraina, meðan seinni dysturin verður á heimavølli og kann ávirka steypafinaluna
Maria Weyhe og H71 spæla fyrru fjórðingsfinaluna á útivølli
 
25.01.2022 - 16:39

Hondbóltskvinnurnar hjá H71 skulu spæla fyrru fjórðingsfinaluna í Evropa Cup á útivølli.

Fyrri dysturin ímóti HC Galychanka Lviv, verður í Ukraina sunnudagin 13. februar, meðan heimadysturin verður á heimavølli átta dagar seinni, sunnudagin 20. februar klokkan 20.00. 

Tað sigur forkvinnan í H71, Anna Dam.

Hetta merkir, at Evropa Cup-luttøkan hjá H71 kann koma at ávirka steypafinaluna, sum eftir ætlan skal spælast 19. februar.

Sambært forkvinnuni hjá H71, verður steypafinalan við kvinnum flutt, um H71 spælir seg í finaluna, tí tær ikki kunnu spæla dag um dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050