Jóhan flúgvandi í donskum stórsigri

Jóhan flúgvandi í donskum stórsigri
Jóhan á Plógv Hansen var aftur í hópinum og spældi týðandi leiklut á danska hondbóltslandsliðnum, sum vann stórsigur á Hollandi
Jóhan á Plógv Hansen var aftur á danska landsliðnum ímóti Hollandi
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.01.2022 - 18:26

Jóhan á Plógv Hansen kom flúgvandi inn aftur á danska hondbóltslandsliðið, sum vann stórsigur á Hollandi í kvøld. 

Vongurin, sum var aftur í hópinum, eftir at Hans Lindberg fekk koronu, spældi nærum fulla tíð og skeyt sjey mál í 35-23 sigrinum hjá dønum.



Hann var sera tryggur fyri steðgin, men í seinna hálvleiki misnýtti hann nakrar kjansir frá høgra veingi. Hann royndi seg samanlagt 11 ferðir.

Bert Mathias Gidsel (9) og Mikkel Hansen (7) skutu eins nógv mál og føroyingurin.

Danmark hevur nú tryggjað sær pláss í hálvfinalunum, sum verða spældar fríggjadagin. Finalan verður spæld sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050