Viljormur Davidsen skiftir til svenskan fótbólt

Viljormur Davidsen skiftir til svenskan fótbólt
Helsingborgs IF eitur nýggja felagið hjá vinstra bakki á landsliðnum, Viljormi Davidsen, sum harvið verður liðfelagi við Brand Hendriksson Olsen
Ein fegin Viljormur Davidsen í búnanum hjá Helsingborgs IF
Mynd: vejle-boldklub.dk  
 
18.01.2022 - 00:10

"Komið er á eitt tíðarmót."

Soleiðis skrivar landsliðsleikarin í fótbólti, Vijormur Davidsen, á Facebook, nú hann gevst í Vejle Boldklub eftir átta ár í felagnum. 

Nú gongur leiðin til Svøríkis og Helsingborgs IF, sum júst er flutt upp í best svensku deildini, Allsvenskan. 

Harvið verður Viljormur Davidsen liðfelagi við landsliðsliðfelagan Brand Hendriksson Olsen. 

 

Sorgblítt og spennandi

Tað er við sorgblídni at gevst í Vejle, staðfestir Viljormur Davidsen, men hann gleðir seg eisini til nýggju avbjóðingina. 

"Eg vil gjarna takka Vejle Boldklub fyri seinast átta árini. Eg havi notið hvørt sekund í felagnum," skrivar hann í kvøðu til Vejle Boldklub og viðhaldsfólkini.

"Tit tóku móti mær við opnum armum og frá fyrsta degi hevur Vejle verður mítt annað heim. Mín familja og eg hava notið at verið í Vejle, og eg vil gjarna takka øll fyri at hava gjørt okkara tíð her til nakað serligt. Men eftir næsta níggju ár í felagnum, so kendi eg, at tíðin var komin til eina nýggja avbjóðing, og hana havi eg funnið hjá Helsingborgs IF, " skrivar Viljormur Davidsen á sínum Facebook-vanga. 

"Hetta er ikki eitt farvæl, tí vit síggjast."

 

Ein fyrimyndarligur spælari

Eisini í Vejle Boldklub takka tey Viljormi Davidsen fyri tíðina, hann hevur verið í felagnum, har hann eisini til tíðir hevur verið liðskipari. 

"Vit siga farvæl við ein fyrimyndarligan spælara, sum altíð hevur givið seg heilhjartað fyri felagið," sigur Henrik Tønder, virkandi stjóri í Vejle Boldklub, við heimasiðuna hjá felagnum

"Viljo (eyknevni hjá Viljormi í Vejle) er ein spælari, sum hevur verið ein leiðari og hevur verið høgt í metum millum sínari viðleikarar. Ein spælari, sum hevur spælt seg inn í hjørtuni hjá viðhaldsfólkunum og øllum kring Vejle Boldklub. Vit ynskja Viljo alt tað besta í Svøríki og gleðast yvir, at hann altíð fer at vera ein VBari."

Avtalan, ið 30 ára gamli Viljormur Davidsen hevur undirskrivað við Helsingborgs IF, er galdandi til árslok í 2023. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008