Samferðslupakkin kann fáa tað at ridla aftur undir samgonguni

Samferðslupakkin kann fáa tað at ridla aftur undir samgonguni
Løgtingið skal hósdagin í næstu viku viðgera samferðslupakkan hjá landsstýrinum, sum gongur ímóti samgonguskjalinum við at eggja til at hækka ymisk avgjøld
Næstu brotasjógvarnir eru á veg móti samgonguni, tí hósdagin í næstu viku kemur Samferðslupakkin til viðgerar í løgtinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2022 - 06:45

Seinnapartin hósdagin í næstu viku fer aftur at bróta í bæði borð hjá samgonguni.

Tí tá skal løgtingið viðgera samferðslupakkan hjá landsstýrinum.

Talan er um fýra lógaruppskot.

 

Avgjaldið á brennievni hækkar

Landsstýrið ætlar at hækka prísin á bensini, dieseli og tungolju 13 oyru liturin.

Og 300 kr. verða lagdar omaná vegskattin, tó ikki fyri legu- og viðfestivognar og motorsúkklur.

Hækkingin skal koma í gildi 1.juli.

 

Gongur ímóti samgonguskjalinum

Hesar avgjaldshækkingar smakka ikki væl hjá øllum í samgonguni. 

Í samgonguskjalinum stendur, at førdur verður ein eggjandi skatta- og avgjaldspolitikkur.

Farmagjøldini hjá Strandfaraskipum landsins skulu eisini hækka fyri at fíggja avloysaraskipið, sum skal keypast fyri Smyril. 

 

Ætla at strika ferðslustuðul

Eitt annað uppskot er, at eingin serligur ferðastuðul verður latin, tá ferðast verður í undirsjóvartunlum. 

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða ókeypis at brúka, sigur landsstýrið í samferðslupakkanum.

Og ætlanin er at selja partabrøv hjá landinum í partafeløgunum Tjaldri og Smyril Line.

 

Javnvigar

Samanumtikið javnvigar samferðslupakkin í rakstri og hevur eitt avlop, sum er 19 mió. kr., sambært lógaruppskotunum hjá landsstýrinum.

Øll uppskotini verða viðgjørd undir einum og fara síðani í Fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123