- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum í tølum
Føroyska manslandsliðið hevur hevur spælt 12 ferðir móti Luksemborg, og hevur vunnið fimm ferðir, meðan liðið seks ferðir er farið av vøllinum við tapi, Málúrtøkan er 280 mál fyri og 301 ímóti.
Hetta sæst millum annað í hagtølum, sum feðgarnir Niels "Natte" og Ásbjørn Nattestad hava savnað saman um manslandsliðið í hondbólti, nú liðið skal spæla HM-undankapping í Høllini á Hálsi um vikuskiftið.
Sjey dystir og sjey tap móti Italia
Meðan lagt er upp til javnar dystir móti Luksemborg og Lettlandi, sum vit higartil hava staðið okkum væl ímóti, so hava føroysku hondbóltsmenninir spælt sjey landsdystir móti Italia millum ár og dag, og teir hava tapt allar.
Luksemborg: 12 dystir, 5 sigrar, 6 tap, málmunur 280-301
Italia: 7 dystir, 7 tap, málmurnur 147-179
Lettland: 1 dystur, 1 tap, málmunur 30-22
Føroyar hava higartil spælt 13 HM-undankappingardystir, og higartil hava vit bert vunnið ein, meðan 12 eru taptir.
HM-undankapping: 13 dystir, 1 sigur, 12 tap, málmunur 305-453
Dystir í 2021: 5 dystir, 1 sigur, 4 tap, málmunur 140-164
Hanus Joensen eigur enn nógv met á landsliðnum.
Flestar landsdystir:
Hanus Joensen, 60 dystir
Hans Áki Dal-Christiansen, 53 dystir
Ingi Olsen, 47 dystir
Tróndur Jónsson Kragesteen, 45 dystir
Heini Hanusarson, 43 dystir
Rókur Akralíð, 42 dystir
Sverri Jacobsen, 40 dystir
Sámal Joensen, 39 dystir
Egil Johansen, 39 dystir
Birgir Hansen, 37 dystir
Flest mál:
Hanus Joensen, 250 mál
Heini Hanusarson, 204 mál
Kári Mortensen, 193 mál
Ingi Olsen, 162 mál
Sámal Joensen, 130 mál
Peter Krogh, 117 mál
Egil Johansen, 107 mál
Sverri Jacobsen, 102 mál
Hans Áki Dal-Christiansen, 97 mál
Tróndur Jónsson Kragesteen, 93 mál
Longst á landsliðnum:
1. Hanus Joensen 21 ár, 3 dagar
2. Ingi Olsen 20 ár, 9 mðr, 3 dagar
3. Rókur Akralíð 17 ár, 24 dagar (fríggjadagin, 26 dagar sunnudagin)
Elst á landsliðnum:
1. Hanus Joensen, 41 ár, 9 mðr, 1 dag
2. Ingi Olsen 40 ár, 5 mðr, 15 dagar
3. Petur Sigurð Rasmussen 36 ár, 8 mðr, 1 dag
7. Rókur Akralíð 34 ár, 11 mðr, 10 dagar
Rókur Akralíð er í løtuni aldursforsetin á annars unga og evnaríka føroyska hondbóltslandsliðnum.
Elst í núverandi hópi:
1. Rókur Akralíð, 34 ár
2. Filip Jojic, 33 ár
3. Peter Krogh, 31 ár
4. Nicholas Satchwell, 30 ár
5. Nicklas Selvig, 29 ár
Yngst í núverandi hópi:
1. Pauli Jacobsen, 19 ár
2. Elias Ellefsen á Skipagøtu, 19 ár
3. Pauli Mittún, 19 ár
4. Hákun West av Teigum, 19 ár
5. Tróndur Mikkelsen, 21 ár
Flestar dystir í núverandi hópi:
1. Rókur Akralíð, 42 dystir
2. Peter Krogh, 27 dystir
3. Jónas Gunnarson Djurhuus, 22 dystir
3. Kjartan Johansen, 22 dystir
5. Helgi Hildarson Hoydal, 20 dystir
Flest mál í núverandi hópi:
1. Peter Krogh, 117 mál
2. Jónas Gunnarson Djurhuus, 70 mál
3. Rókur Akralíð, 60 mál
4. Kjartan Johansen, 56 mál
5. Nicklas Selvig, 48 mál