- Tíðindi, mentan og ítróttur
53 fleiri fólk í Nes kommunu
53 fleiri fólk í Nes kommunu
Kommunan fekk eisini meira í skatti enn væntað í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
04.01.2022 - 15:24
Fólkatalið í Nes kommunu vaks 53 fólk í fjør. Vøksturin er 3,8 prosent.
31. desember 2021 búðu 1452 fólk í Nes kommunu.
Kommunan hevur eisini fingið væl meira inn í skatti enn væntað varð, tá ið fíggjarætlani fyri 2021 varð løgd.
Kommunan hevur fingið 54,8 milliónir krónur í skatti. Tað eru 3,8 milliónir krónur meira enn væntað.
Tað svarar til 7,4 prosent, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV