- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ruth Vang: Framsókn er bara áhugað at tosa um nýggja samgongu
Um núverandi samgonga slitnar í næstum, er tað ósannlíkt, at Framsókn traðkar til.
"Tað kemur einans upp á tal, um løgmaður ruddar borðið fyri eini nýggjari samgongu," sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.
Ósemja og ruðuleiki hevur valdað í samgonguni, síðani Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum atkvøddu fyri uppskotunum um sammøður við 2. viðgerð í farnu viku.
Tá uppskotini vóru samtykt við 3. viðgerð í gjár, vóru gitingar um samgonguslit og nýval.
Aksel og Høgni vilja hava nýval
"Nýval er einasta loysnin," søgdu formenninir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi í Degi og Viku í gjárkvøldið.
Teir eru ikki áhugaðir í at hjálpa sitandi samgonguflokkum.
Ruth Vang er ikki líka bersøgin sum hinir andstøðuformenninir.
Ringir løgmaður í morgin, so tekur hon telefonina og er sinnað at lurta.