Forskúli setast á stovn í Kaldbak

Forskúli setast á stovn í Kaldbak
Næsta ár verður væntandi møguleiki at senda børnini í forskúla í Kaldbak
 
17.12.2021 - 08:25

Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at játta umsókn úr Kaldbak og søkja Uttanríkis- og Mentamálaráðið um loyvi at seta á stovn forskúlalíknandi tilboð í Kaldbaks skúla frá skúlaárinum 2022/23.

Málið skal leggjast fyri aftur býráðið í vár við tilmæli um fígging.

Fyrstilærarin í Kaldbaks skúla og dagstovnaleiðarin á Flatnagarði sendu 18.november Tórshavnar kommunu umsókn um fígging til forskúlalíknandi tilboð í Kaldbak. 

 

Góðar royndir úr Nólsoy

Støði skal takast í royndunum hjá Nólsoyar skúla og Látrinum, sum hava slíkt tilboð.

Sum er hevur verið vanligt, at elsti bólkur í barnagarðinum vitjar í skúlanum nakrar ferðir. 

Vanligt hevur tá verið, at hesi børn vitja í ein tíma hjá fyrsta, øðrum og triðja flokki. 

 

12,5 tímar um vikuna

Søkt verður um 12,5 tímar um vikuna til skúlan í Kaldbak. 

Í umsóknini stendur, at skúlastýrið og foreldraráðið taka undir við skrivinum um forskúlalíknandi tilboð í Kaldbaks skúla.

Seks børn eru í Kaldbak, sum hava aldur at fara í forskúla næsta skúlaár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117