- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í dag verður Nations League-lutakastið
Seinnapartin í dag klokkan 17.00 verður lutakast um, hvussu skal spælast í Nations League-kappingini hjá UEFA næsta ár.
Føroyar vann sína bólk í 2020 frammanfyri Malta, Lettlandi og Andorra, og flutti tískil upp í triðju deild, har mótstøðulondini eru munandi sterkari. Harafturat eru londini styrkismett, og Føroyar eru í lægsta lagnum, potti fýra, og skulu spæla ímóti einum landi úr hvørjum av hinum pottunum.
Í potti eitt eru Turkaland, Slovakia, Bulgaria og Norðurírland, í potti tvey eru Grikkaland, Hvítarussland, Luksemburg og Norðurmakedónia og í potti trý eru Litava, Georgia, Aserbadjan og Kosovo.
Dreymabólkurin hjá liðskiparanum
Hallur Hansson, liðskiparin á føroyska landsliðnum, ásannar, at kappingin verður munandi harðari hesa ferð, sama hvørji mótstøðulondini verða, men hann hevur kortini nøkur ynskir undan lutakastinum.
- Dreymabólkurin er Turkaland, Luksemburg, Litava og Føroyar. Hinvegin, so vil eg ógvuliga fegin sleppa undan Bulgaria, Grikkalandi og Kosovo, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.
Dystirnir í UEFA Nations League verða spældir í juni og september mánaði komandi ár. Fýra dystir eru á skránni í juni, og tveir í september.