- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fingu dreymabólkin hjá liðskiparanum
Føroyar fingu dreymabólkin hjá liðskiparanum
Føroyar skulu spæla ímóti Turkalandi, Luksemburg og Litava í Nations League, sum er á skránni næsta ár. Hetta var júst tann bólkurin, sum føroyski liðskiparin ynskti sær
16.12.2021 - 17:35
Turkaland, Luksemburg og Litava.
Tað verða mótstøðulondini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum, tá Nations League-kappingin hjá UEFA skal spælast næsta ár.
Tað er greitt eftir lutakastið, sum var fyri løtu síðani.
Hetta vóru júst tey londini, sum Hallur Hanson, liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, ynskti sær, sambært grein á fsf.fo og breið semja mann vera um, at hetta var eitt hitt besta lutakastið, sum Føroyar kundu fingið.
Dystirnir í UEFA Nations League verða spældir í juni og september mánaði komandi ár. Fýra dystir eru á skránni í juni, og tveir í september.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV