- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáir tilburðir av seinárini av koronu
Fá børn fáa seinárin av at hava verið smittað við covid-19.
Tað staðfestir nýggj donsk kanning, sum er gjørd á universitetssjúkrahúsunum í Aarhus og í Aalborg og á barna- og ungdómsdeildini á sjúkrahúsinum í Herning.
Vanligastu seinárinini av koronusmittuni eru m.a. niðursettur luktisansur og smakkisansur og møði.
Men sambært donsku kanningini, eru tað bara 0,8 prosent av smittaðum børnum, sum hava sjúkueyðkenni longur enn fýra vikur eftir smittu. Og hjá flestu teirra eru eyðkennini horvin eftir fimm mánaðum, skrivar danska kringvarpið.
30.000 børn kannað
Fleiri enn 30.000 børn, í aldrinum 0-17 ár, vóru við í kanningini. Tað er serliga millum tey yngru børnini, at eingi seinárin eru.
Óvist er, um sama mynstur ger seg galdandi, tá talan er um omikron-frábrigdið.
- Børnini, ið vit hava kannað, hava havt ymisk sløg av koronu, men av tí at eingi børn í kanningini hava havt omikron, kunnu vit ikki staðfesta, um hetta fyribrigdið ávirkar børn øðrvísi, sigur Luise Borch, lækni, sum hevur staðið fyri kanningini.