- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inger Støjberg fær dóm í dag
Á middegi fellur dómur í ríkisrættarmálinum ímóti Inger Støjberg, fyrrverandi integrasjónsráðharra í Danmark.
Hon er ákærd fyri at hava brotið lógina um ráðharraábyrgd, tí hon hevur skilt flóttafólk, ið vóru pør, sundur, tí annar parturin var yngri enn tað, sum lógin ásetur. Talan var um 23 pør.
Ákærarnir krevja í minsta lagi fýra mánaðar fongsulsrevsing.
Verjarnir hjá Inger Støjberg krevja frídøming.
Ein meiriluti av teimum 26 dómarunum í ríkisrættium skulu vera fyri, um Inger Støjberg skal verða dømd. Inger Støjberg sigur sjálv undan dóminum, at hon angrar einki í sambandi við málið.
Hans Engell, politiskur viðmerkjari hjá TV2, sigur, at hann hevur tosað við nógvar løgfrøðingar um málið, og tað er ilt at meta um, hvat dómurin verður.
Hetta er sættu ferð, at eitt ríkisrættarmálið verður roynt í Danmark.