MYNDIR: Fótbóltsfepur í skúlunum í Runavík

MYNDIR: Fótbóltsfepur í skúlunum í Runavík
Fólk á eystara armi av Skálafjørðinum eru spent til steyfinaluna í morgin, og hitað bleiv upp í skúlunum í Runavík í dag, tá Klæmint A. Olsen og aðrir leikarar vitjaðu
Børnini í Runavíkar skúla hitaðu í dag upp til steypafinaluna í morgin
Mynd: Harry Knudsen (privat)  
 
03.12.2021 - 14:55

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ-liðskiparin og húsavørður í Runavíkar kommunuskúla, gekk á odda og handaði skúlabørnunum fløgg, tá hitað varð upp til steypafinaluna í skúlunum í Runavík í dag. 

Nakrir av NSÍ-leikarunum luttóku saman við oddafólkunum í fjepparafelagnum Guliganz. 

Tað er ikki á hvørjum ári, at NSÍ spælir seg í steypafinaluna, so tað er væl skilligt, at fólk gleða seg. 

NSÍ var seinast í steypafinaluni í 2017, tá liðið vann 1-0 móti júst B36. 

Liðið var eisini í finaluni í 2015, tá NSÍ tapti greitt móti Víkingi. Hetta var fyrsta finaluluttøka hjá NSÍ í 11 ár.  

Í 2002 vann NSÍ steypafinaluna móti HB á Tórsvølli á ólavsøku. 

Men í 2004 mátti felagið lúta fyri HB. 

Annars skulu vit aftur til 1985, tá NSÍ fyrstu ferð spældi seg í steypafinaluna. Tá tapti liðið móti 2-4 móti GÍ.

Árið eftir, í 1986, vann NSÍ seg aftur í eina steypafinalu, og tá bragdaði hjá felagnum, sum vann 2-1 móti LÍF. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878