Minkaalarar vilja hava 600 mió. kr. aftrat

Minkaalarar vilja hava 600 mió. kr. aftrat
Donsku minkaalararnir siga, at skinnini eru seld fyri meira, enn teir fingu fyri í endurgjaldi
Danskir minkaalarar ætla at reisa endurgjald móti danska statinum, tí teir halda seg hava fingið ov lítið í endurgjaldi, tá minkarnir skuldu takast av.
 
22.11.2021 - 15:20

Minkaalarar í Danmark eru ikki nøgdir við endurgjaldið, sum teir fingu, eftir at allir minkar í Danmark vórðu tiknir av í november og desember í fjør. 

Nú reisa teir endurgjaldskrav móti danska statinum.

Teir 700 minkaalararnir halda, at teir hava fingið tilsamans 600 milliónir krónur ov lítið fyri minkaskinnini, sum teir ikki fingu selt, skriva danskir miðlar.

Í endurgjaldsavtaluni í 2020, samdust politikarar um, at alararnir skuldu fáa 250 kr. fyri skinnið. 

73 kr. ov lítið

Í heyst eru skinnini tó seld fyri 323 krónur, og tí halda minkalararnir, at teir hava fingið 73 krónur ov lítið fyri hvørt skinn.

Í november í fjør avgjørdi danska stjórnin, at allir minkar í landinum skuldu drepast, tí eitt vandamikið covid-19-frábrigdi varð staðfest í landinum.

Seinni kom undan kavi, at stjórnin ikki hevði lógarheimild til hetta. 

Ein nevnd er síðani sett at kanna, hvat hendi í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907