Løgmaður: "Øll ferðafólk eiga at kannast, tá tey koma til landið"

bannari
Løgmaður: "Øll ferðafólk eiga at kannast, tá tey koma til landið"
"Mær hevði dámt betur, um øll vórðu kannað, tá tey koma til landið," sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Løgmaður heldur, at øll ferðafólk áttu at verið kannað á flogvøllinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2021 - 17:42

Beinta Løwe, løgtingskvinna, spurdi Bárð á Steig Nielsen, hví tey, sum ikki eru koppsett, verða kannað ókeypis við markið. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, svarar, at honum hevði dámt betur, um øll vórðu kannað, tá tey koma til landið. 

Tað er farsóttarnevndin, sum hevur gjørt av, at fólk, sum ikki hava koronupass, kunnu lata seg kanna ókeypis á flogvøllinum, og skal rokning sendast tí einstaka fyri kanningina, krevst heimild til tað í lógini um smittandi sjúkur.

Men løgmaður sigur, at sær hevði dámt betur, um øll ferðafólk vórðu kannað, tá tey koma til landið.

 

250 kr. fyri hvørja kanning

Beinta Løwe spurdi eisini løgmann, hvussu nógv kanningarnar hava kostað.

Løgmaður sigur, at tað er torført at meta um kostnaðin.

Avtala er gjørd við veitara, sum tekur 250 krónur fyri hvørja kanning, umframt 5.000 kr. fyri hvørt flogfar, tó í mesta lagi fýra flogfør um dagin.

 

Ikki í bræði at farsóttarmál verður yvirtikið

Løgmaður var eisini spurdur, um ætlanin er, at øll ferðafólk, bæði koppsett og ókoppsett, skulu rinda fyri at vera kannað við markið, eins og gjørt var fyrr.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at vit eru á einum vegamóti, og skulu vit bara taka gjald frá teimum, sum verða kannað við komu, verður neyðugt at broyta lógina um smittandi sjúkur.

Tað verður ikki í bræði, tí fyrst skal farsóttarmálsøkið yvirtakast, og vit vita av royndum, at tað kann taka tíð, sigur løgmaður í svarinum til Beintu Løwe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151