Løgtingsformaðurin: Ikki fleiri tingfólk enn neyðugt í salinum

bannari
Løgtingsformaðurin: Ikki fleiri tingfólk enn neyðugt í salinum
Korona hevur eisini gjørt um seg í løgtinginum, og nú heitir løgtingsformaðurin á samgongu og andstøðu um at gera clearinaravtalur til triðju viðgerðir
Løgtingsformaðurin vil ikki hava fleiri tingfólk í salin enn neyðugt, orsaka av koronu, og løgtingið er ikki opið fyri almenninginum næstu tíðina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2021 - 07:32

Dagsskráin fyri tingfundin í dag er drúgv.

Níggju mál hjá landsstýrinum, øll uttan ríkislógartilmælið, sum komu í tingið fríggjadagin, eru á skránni í dag.

Tingið skal eisini viðgera fyri triðju ferð og atkvøða seinnu ferð um stuðul til avlýstar tónleikafestivalar.

Uppskotið var einmælt samtykt, tá fyrra atkvøðugreiðslan var.

 

Ikki fleiri tingfólk enn neyðugt

Løgtingsformaðurin heitir á tingfólk um, at ikki fleiri koma í tingið, enn tørvur er á. 

Til triðju viðgerðina kundi verið skilagott, at samgonga og andstøða gera eina clearingaravtalu, atkvøðugreiping, er tað  neyðugt, sigur formaðurin.

Løgtingsformaðurin heitir staðiliga á tingfólk um at lata seg kanna fyri koronu, um tað á nakran hátt ber til.

Serliga verður heitt á tey, sum ikki eru koppsett.

Hetta er eisini galdandi fyri onnur, sum koma í løgtingshúsið. 

 

Ikki opið fyri almenninginum

Løgtingið er ikki opið fyri almenninginum næstu dagarnar. Og ongar vitjanir vera.

Avgjørt er, at tingfólk ikki verða skrásett fyri fráveru, meðan smittustøðan er, sum hon er í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653