- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koronukanningar aftur á Eystaru bryggju í Havn
Koronukanningar aftur á Eystaru bryggju í Havn
Stórt ferðslutrýst gjørdi, at korunukanningar í Havn seinastu tíðina eru framdar á Skúlanum á Argjahamri. Men nú flyta tær oman aftur á Eystaru bryggju

Koronukanningarnar í høvuðsstaðnum verða aftur gjørdar á Eystaru bryggju
Mynd: Savnsmynd
06.11.2021 - 12:31
Koronukanningarnar flyta aftur oman á Eystaru bryggju í Havn.
Tað stendur á korona.fo.
Koronukanningarnar hava verið framdar á Skúlanum á Argjahamri seinastu dagarnar, tí so stórt trýst hevur verið á ferðsluni niðri á bryggjuni.
Men frá í dag verða kanningarnar aftur á Eystaru bryggju.
Tað stendur einki um orsøkina á korona.fo, hví kanningarnar aftur verða fluttar oman aftur á bryggjuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV