Ov nógv lata seg kanna

bannari
Ov nógv lata seg kanna
Bara tey, sum hava fyri neyðuni at verða kannað, skulu lata seg kanna, sigur Sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi, nú trýstið á kanningarstøðini er ov høgt í løtuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2021 - 16:55

Tað er sera umráðandi, at tey, sum ikki hava fyri neyðini at verða kannað fyri koronu, lata vera við at kanna seg.

Tað sigur Sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi, sum varð sent út fyri løtu síðani.

Stórt trýst er á kanningarstøðini í løtuni, og hvønn dag verða fleiri enn 3.000 fólk kannað fyri koronu. 

 

Smittað enda aftast í røðini

Sjúkrahúsverkið sigur í tíðindaskrivinum, at bæði Landslæknin og landsstýrismaðurin í heilsumálaráðnum vístu í farnu viku á trupulleikan at nógv, sum ikki hava sjúkutekin og heldur ikki hava serliga orsøk at halda seg vera smittað, lata seg kanna fyri at vera á tí tryggu síðuni.

Tað er óheppið, tí tískil kunnu tey troka smittað fólk aftur um í bíðirøðini.

Ein grund til mongu kanningarnar kann eisini vera, at arbeiðspláss - og her snýr tað seg um onnur arbeiðspláss enn sjúkrahúsini og bústovnarnir kring landið - krevja, at starvsfólk lata seg kanna, áðrenn tey koma til arbeiðis.

 

Arbeiðspláss mugu hugsa seg um

Seinastu tvær vikurnar er yvir 20 prosent av kanningarorkuni hjá Sjúkrahúsverkinum farin til at kanna fólk, har arbeiðsplássið hevur kravt eina kanning. Tað er fimtahvør kanning sum Sjúkrahúsverkið ger, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Fleiri av hesum kanningum eru heilt vist skilagóðar og neyðugar, men í mongum førum verður hetta helst gjørt fyri at binda um heilan fingur, og tað leggur eitt stórt trýst á kanningarstøðini.

Sjúkrahúsverkið heitir tí á arbeiðspláss um at hugsa seg væl um, áðrenn tey velja at krevja kanningar av øllum starvsfólkunum.

Nú eftirspurningurin eftir kanningum er so stórur, eiga arbeiðspláss at gevast við afturvendandi screeningum av starvsfólki og bert krevja kroonukanning, tá serliga góðar orsøkir eru fyri tí, sigur Sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653