Nú eru fimm fólk deyð við ella av koronu

Nú eru fimm fólk deyð við ella av koronu
Landslæknin váttar í samrøðu við útvarpið, at eitt fólk í gjár doyði við ella av korona. Sostatt eru fimm fólk nú deyðu við ella av kronu í Føroyum
Fimm fólk eru nú deyð við ella av koronu í Føroyum, váttar landslæknin
 
04.11.2021 - 16:15

Talið av føroyingum, sum eru deyðir við ella av koronu, hækkar støðugt. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, váttar nú fyri Kringvarpi Føroya, at eitt fólk doyði í gjár av ella við koronu.

So statt er deyðstalið nú fimm. 

Talan er um eitt fólk, sum ikki var innlagt á kronudeildini á Landssjúkrahúsinum. 

Fimta deyðsfallið hendir samstundis sum smittutalið setir met. 

Í gjár vóru 111 nýggir smittutilburðir staðfestir. 

Deyðstalið er enn ikki broytt á corona.fo, men fjórða fólkið, sum doyði við ella av koronu, andaðist mánadagin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653