115 smittað í gjár

115 smittað í gjár
Smittutalið hevur ongantíð verið so høgt, sum tað er í løtuni, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, á tíðindafundinum seinnapartin. 115 eru staðfest smittað í gjár
Støðan er álvarslig, ásannaði Lars Fodgaard Møller, landslækni, nú 115 nýggir smittutilburðir eru staðfestir
Mynd: Uni Leitisstein Hansen  
 
04.11.2021 - 15:40

Tamarhald er ikki á koronusmittuni í Føroyum, tí bara í gjár blivu 115 nýggir smittutilburðir staðfestir, og tað er met, staðfesti Lars Fodgaard Møller, landslækni.  

Løgmaður heitti á fólk um at halda tilmælini, sum landsstýrið sendi út í gjár. 

Annars ætlar hann ikki at seta onnur tiltøk í verk. 

 

Koppsett minni kjans fyri at blíva sjúk

Tað sæst, at fólk, sum eru koppsett hava fimm ferðir minni kjans fyri at gerast sjúk, vísti landslæknin á. 

Sjúkueyðkennini eru eisini færri, og man verður ikki líka illa fyri. 

Roynt hevur verið at demma smittuna inni lokalt, men tað hevur ikki eydnast, ásannaði landslæknin, tí smittan breiðir seg skjótt kring landið.

Suðuroyggin er einasta stað, sum er sloppið nøkulunda snikkaleys undan nýggjasta útbrotinum. 

 

Starvsfólk hótt

Bæði løgmaður og fútin søgdu, at starvsfólk, ið standa fremst í bardaganum móti koronusmittuni, verða hótt. 

Fútin gjørdi vart við, at tað verður sett hart niður á slíkar hóttanir, og at tílík mál enda í rættinum. 

"Starvsfólk, sum arbeiða við okkara veiku og sjúku, mugu fáa frið til at gera sítt góða arbeiði," staðfesti løgmaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653