- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-trygdarráðið á kreppufund um Norðurkorea
ST-trygdarráðið skipar fyri kreppufundi eftir at Norðurkorea hevur skotið út eitt nýtt slag av rakettum.
Tað skrivar CBS.
USA og Bretland hava kallað inn til fund, skrivar AFP.
Nýtt slag av rakettum
Rakettin, sum ein norðurkoreanskur kavbátur skeyt upp í gjár, skal, sambært Norðurkorea, vera eitt nýtt slag av rakettum.
Tað skrivaði norðurkoreanska floksblaðið, Rodong Sinmun, í gjárkvøldið.
Nýggja rakettin hevur betri stýri, stendur í tíðindaskrivi.
Fleyg 590 kilometrar
Rakettin skal hava flogið góðar 590 kilometrar, áðrenn hon datt niður í Japanhavið.
Norðurkorea skeyt fyrstu ferð upp eina rakett í 2015 og royndarskeyt aftur í 2018.
USA hevur, sambært NTB, fordømt uppskjótingina, sum er samstundis sum londini royna at fáa lív í aftur kjarnorkutingingarnar, sum ikki hava verið í meira enn tvey ár.