SAS krevur ikki longur munnbind

SAS krevur ikki longur munnbind
Flogfeløgini SAS og Norwegian krevja ikki longur, at ferðafólk í flogførum, sum flúgva millum lond í Skandinavia, hava munnbind. Hetta er eisini galdandi á Føroyarutuni
Ferðafólk við SAS sleppa nú undan munnbindinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.10.2021 - 17:50

Flogfeløgini SAS og Norwegian krevja ikki longur, at ferðafólk í flogførum, sum flúgva millum lond í Skandinavia, hava munnbind.

Kravið um munnbind er eisini slept í flogførum, sum flúgva innanríkis.

Broytingin er eisini galdandi fyri ferðafólk hjá SAS á rutuni millum Føroyar og Keypmannahavn. Tað váttar eitt talsfólk hjá SAS fyri útvarpinum í dag.

 

Atlantic umhugsar støðuna

Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways, sigur, at tey hava ikki hava gjørt av, um kravið um munnbind hjá ferðandi við Atlantsflogi verður sett úr gildi. Men støða verður tikin til tað í vikuni, sigur hon.

Kravið um at brúka munnbind í floghavnum  stendur við, bæði í Danmark og í Føroyum, tí trygdarfelagsskapurin fyri loftferðslu, EASA, mælir framvegis til at brúka munnbind.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835