- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vøra til rottufríar oyggjar skal merkjast væl
Vøra til rottufríar oyggjar skal merkjast væl
11 oyggjar í Føroyum eru rottufríar
04.10.2021 - 10:00
Vørur, sum fara í rottufríar oyggjar, skulu vera merktar við einum lepa, sum váttar, at vøran var kannað og pakkað forsvarliga, áðrenn hon var send.
Vøra við slíkum lepa, sum er heil og óskalað, kann metast sum rottutrygg, tá móttakarin fær hana, sigur Umhvørvisstovan.
Umhvørvisstovan heitti í summar á handlar og heilsølur um at fylgja nýggju mannagongdini.
Í farnu viku var heitt á flutningsfyritøkur, millum annað Atlantsflog og Strandfaraskip landsins, um ikki at flyta vøru til rottufríar oyggjar, sum ongan lepa hava, sum sigur, at vøran er trygg.
Í Føroyum er rotta ikki í 11 oyggjum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV