18 vilja vera stjóri í Framtaki

18 vilja vera stjóri í Framtaki
Ætlanin er, at nýggi stjórin tekur við 1. oktober
Ætlanin er, at nýggi stjórin í Framtaki skal taka við 1. oktober.
 
02.09.2021 - 10:15

Framtak fekk 18 umsóknir til starvið sum stjóri. Freistin at søkja var í gjár.

Bæði kvinnur og menn hava søkt, og onkur útlendingur er millum umsøkjararnar, sigur Christian Danielsen, nevndarformaður í Framtaki.

Danska stjórnin og landsstýrið stovnaðu Framtaksgrunn Føroya í 1994.

Í 1998 fór danska stjórnin úr samstarvinum.

Framtaksgrunnurin eitur nú Framtak. 

Váðafúsur og tolin íleggjari

Framtak er váðafúsur og tolin íleggjari í føroyska vinnulívið við partapeningi og ábyrgdarláni bæði til nýggjar og verandi fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir.

Stjórin verður sjálvur annar á skrivstovuni hjá Framtaki. 

Niels Dann West hevur verið stjóri í Framtaki í tveimum umførum, okkurt um 20 ár tilsamans.

Ætlanin er, at nýggi stjórin tekur við 1. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109