Mæla fólki til at lata seg kanna, áðrenn tey koma til landið

Mæla fólki til at lata seg kanna, áðrenn tey koma til landið
Fólk skulu eisini lata seg kanna tveir dagar eftir heimkomu
Hóast koronukanningin á flogvøllinum verður strikað 1. september, verður mælt ferðafólki til at lata seg kanna, áðrenn tey koma til landið, og tveir dagar eftir heimkomu.
Mynd: Savnsmynd  
 
26.08.2021 - 11:46

Frá 1. september verða fólk ikki longur kannað fyri koronu, tá tey koma til Føroya.

Í staðin verður mælt til, at fólk, sum koma uttanífrá, lata seg kanna tveir dagar, áðrenn tey ætla sær til Føroya, og síðani kanna seg aftur tveir dagar eftir, at tey eru komin til Føroya.

Tað boðar Løgmansskrivastovan frá, og heitir samstundis á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður fegnast um broytingarnar, og sigur seg vóna at fólk fara at virða og halda nýggju tilmælini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389