83 blivu koppsett við at støkka inn

83 blivu koppsett við at støkka inn
83 fólk í øllum aldursbólkum blivu koppsett í støkk inn koppsetingini í Landssjúkrahúsinum leygardagin
Savnsmynd
 
19.07.2021 - 09:04

Summi fingu fyrra prikið og hini tað seinna, tá 83 fólk í øllum aldursbólkum blivu koppsett í støkk inn koppsetingini í Landssjúkrahúsinum leygardagin.

Koppsett varð í ein tíma.

Støkk inn koppseting verður í øllum trimum sjúkrahúsum í dag ella í kvøld.

Her kunna fólk blíva koppsett fyri koronu uttan at bíleggja tíð frammanundan.

Støkk inn koppseting er í Landssjúkrahúsinum í kvøld frá kl.18.30 til 19.30.

Í Klaksvík frá kl.17.00 til 18.00, og á Tvøroyri frá kl.15.30 til 16.30.

Fólk, sum hava fingið fyrra prikið, skulu ikki hava seinna prikið fyrr enn 21 dagar eru farnir. 

Enn er ikki avgjørt, um støkk inn koppseting verður aftur.


 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681