Hvítarussland fór við bronsuni

Hvítarussland fór við bronsuni
Tað eydnaðist ikki føroysku U19-kvinnunum í hondbólti at vinna bronsuheiðursmerki í Euro Championship kappingini
 
18.07.2021 - 16:28

Tað eydnaðist ikki føroysku U19-kvinnunum í hondbólti at vinna bronsuheiðursmerki í Euro Championship kappingini í dag. Føroysku kvinnurnar taptu 27-25 ímóti Hvítarusslandi.

Føroyska liðið hevði trupult við at fáa glið á álopsspælið í dag. Hvítarussiska liðið spældi við sera ágangandi verjuspæli, har tær til tíðir lógu og mansvardu við einum ella tveimum leikarum. Liðini fylgdust tó fyrstu 20 minuttirnar, har munurin ongantíð var meira enn 1 mál. Hvítarussiska liðið kom tó fram um við nøkrum málum seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið brendi heldur illa og gjørdi fleiri tekniskar villur. Hálvleiksstøðan var 10-13.

Rukku ikki bronsuna

Hvítarussiska liðið helt seg frammanfyri við nøkrum málum tað mesta av seinna hálvleiki, men tá 10 minuttir vóru eftir, gjørdi føroyska liðið ein vørr og kom uppá javnt aftur. Føroyska liðið hevði eisini møguleikar at koma fram um, men dysturin koppaði tó til Hvítarusslands.Føroyar gjørdist sostatt nummar 4 av 9 liðum í kappingini. Finalan verður millum Holland og Pólland.

Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Jana Mittún.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949