
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Margretha drotning hevur vitjað í høvuðsstaðnum í dag.
Tá hon hevði vitjað í Tinganest, har hon fekk handa eina rættiliga serliga gávu frá løgmanni vegna Føroya fólk, landsstýri og løgting, var miðmál í Hotel Hafnia.
Úr Hotel Hafnia gekk leiðin niðan í løgtingið.
Eftir vitjanina í løgtinginum gekk leiðin oman gjøgnum Vaglið til Trappuna í Vágsbotni, har almenn móttøka var.
Væl varð ansað eftir drotningini allastaðni, har hon fór.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, var vertur hjá drotningini seinnapartin.
Rættailiga nógv fólk var komið saman at heilsa upp á drotningina, tá hon kom oman á Trappuna í Vágsbotni.
Hóast sín høga aldur, hennara hátign Margretha drotning er vorðin 81 ár, so orkaði hon væl og tóktist í góðum lag, nú mjørki lætti eina løtu og sólin kagaði fram í Havn seinnapartin.
Eisini á Trappuni í Vágsbotni vórðu røður hildnar, men tað var turt og gott hjá drotningini at líða á.
Eftir almennu móttøkuna á Trappuni í Vágsbotni, so varð eisini vitja í Skúlanum á Fløtum og í Sjóvinnuhúsinum.