- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist um dysturin hjá KÍ verður spældur í annaðkvøld
Stór óvissa er um seinni dysturin í Europa Conference League millum KÍ og RFS Riga, sum eftir ætlan skal spælast við Djúpumýru klokkan 19 í annaðkvøld, verður spældur.
Greitt er, at mótstøðu liðið RFS Riga ikki er komið til landið enn.
Flogfarið við liðnum fór ongantíð úr Riga í dag, hóast boðini úr Føroyum vóru, at líkindini at seta seg í Vágum fóru at verða góð um 18 - 19 tíðina.
Flogfarið við mótstøðuliðnum hjá NSÍ, Honka úr Finnlandi, setti seg í øllum góðum í kvøld.
KÍ krevur at spæla
KÍ setir hart móti hørðum og krevur, at dysturin verður spældur í annaðkvøld.
Við In.fo sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, at tað er eitt ófrávíkiligt krav frá KÍ, at dysturin verður spældur í annaðkvøld.
"Tað var teirra avgerð, at teir ikki hava flogið til Føroya í kvøld."
Almenni KÍ-tíðindafundurin kann síggjast her:
KÍ bíðar nú eftir boðum frá UEFA, og um dysturin skal útsetast til fríggjakvøldið. Spurningurin er eisini, hvat hendir, um RFS Riga ikki fær lent í morginári?
KÍ vann fyrra dystin í Riga 3-2.
Her er ein longri samandráttur av dystinum.
Dysturin hjá NSÍ móti Honka verður spældur á Svangaskarði í annaðkvøld. Fyrri dysturin í Finnlandi endaði 0-0.