Fyrsta royndin miseydnaðist

Fyrsta royndin miseydnaðist
Um middagsleiti, fram móti fullari flóð, setti nótaskipið Tróndur í Gøtu á, at hála Hellutanga leysan, men tað bar ikki á mál
Hellutagi fekst ikki leysur í dag
Mynd: Savnsmynd / Jens Jákup Hansen  
 
13.07.2021 - 17:26

Fyrsta royndin at hála fóðurflakan Hellutanga leysan eydnaðist ikki.

Tað upplýsir Atli Gregersen, stjóri á alifyritøkuni Hiddenfjord.

Hellutangi sleit og rak inn í fjørðuna á Víkum í illveðri 5. apríl.

Síðstu tíðina hevur verið arbeitt við at tryggja og tetta fóðurflakan, og í morgun fóru bjargingarfólkini undir at blása luft í Hellutanga.

Um middagsleiti, fram móti fullari flóð, setti nótaskipið Tróndur í Gøtu á, at hála hellutanga leystan.

Umframt Trónd í Gøtu vóru eisini Tjaldrið, Rescue Sverri, Samson og Pressarin hjá skipasmiðjuni MEST og tríggjar tvíkiljur og hjálptu til.

Atli Gregersen sigur, at hóast fyrsta royndin í dag ikki bar á mál, hava tey tó framvegis vónir um at fáa Hellutanga leysan í næstum.

SÍ VIDEO AV HELLUTANGA, HAR HANN LIGGUR. 

Til_Heimasidu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791