Fyrsta handisliga ferðin út í rúmdina

Fyrsta handisliga ferðin út í rúmdina
Heimskendi vinnulívsmaðurin, Richard Branson, verður í dag fyrsta vanliga ferðafólk, sum ferðast út í rúmdina
Mynd: Virgin Galactic  
 
11.07.2021 - 14:00

Bretski Richard Branson, sum stovnaði flogfelagið Virgin, fer í dag á eina heilt nýggja ferð - út í rúmdina. 

Fráferðin skuldi vera klokkan tvey, men er eitt sindur seinkað, úr Spaceport America í New Mexico, og verður send beinleiðis á YouTube-síðuni hjá Virgin.

Hetta verður somuleiðis fyrsta handilsliga, kommersiella, ferðin út í rúmdina.

"Eg havi droymt um hetta, síðani eg var smádrongur. Og vónandi kann eg geva fleiri hundrað túsund fólkum møguleikan at ferðast út í rúmdina, næstu 100 árini," sigur Branson við BBC.

 

600 fólk uppskrivað

Longu nú hava umleið 600 fólk skrivað seg upp til ein túr og goldið útvið 1,5 millión krónurnar í depositium fyri tað. Teirra millum eru Tom Hanks, Justin Bieber og Lady Gaga.

Við á túrinum umborð á rúmdarferjuni VSS Unity eru - umframt Richard Branson - tveir flogskiparar og tríggir aðrir rúmdarserfrøðingar.

Tveir aðrir, múgvandi menn, eru eisini áveg út í rúmdina. Teir eru Amazon-stovnarin Jeff Bezos - sum væntandi fer út í rúmdina um einar átta dagar - og Tesla-stovnarin Elon Musk, sum ætlar at senda ferðafólk upp á mánan í 2023.

Soleiðis sær rúmdarfarið hjá Richard Branson og Vergin Galactic út innan: 

Einki kemur av ongum, og soleiðis lýsa fólkini handan Virgin Galactic rúmdarsøguna hjá felagnum. 

;

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878